- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump væntandi fríkendur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_0.png?itok=_xgr4CQJ)
Senatorurin úr Alaska, Liza Murkowski, avgjørdi í gjárkvøldið at atkvøða ímóti uppskotinum um at innkallað fleiri vitnir í ríkisrættarmálinum móti Trump. Republikanski senatorurin segði, at hon sá onga orsøk til draga málið út, og atkvøddi tí ímóti uppskotinum. Tað vóru 49 atkvøður fyri og 51 ímóti.
Chuck Schumer, leiðarin fyri demokratarnar í Senatinum segði eftir avgerðina hjá Murkowski, at USA nú er ávegis ímóti størstu myrkalegging síðan Watergate gøluna, sum feldi Nixon forseta.
Ríkisrættarmálið verður eftir ætlan endaliga avgreitt mikudagin 5. februar. Tá skal Senatið aftur atkvøða, og tá eingi nýggj vitnir verða at hoyra, verður hetta væntandi tann avgerandi atkvøðugreiðslan, ið fer at døma - ella fríkenna - Donald Trump fyri embætisbrot.
Alt bendir á, at Trump verður fríkendur fyri ákærurnar.