Coronavirusið ger alsamt meira um seg

bannari
Coronavirusið ger alsamt meira um seg
Coronavirusið hevur nú smittað nærum 12.000 fólk, tey flestu í Kina. Landslæknin í Føroyum sigur, at tilbúgvingin í Føroyum er nøktandi, sum er
Kelda: Savnsmynd
 
01.02.2020 - 13:00

Nærum 12.000 fólk eru smittað við coronavirusinum. Nógv tann støsti parturin av teimum, ið hava fingið staðfest coronavirusið eru í Kina, har nærum 11.800 av tilburunum eru.

Talið av teimum sum eru deyð av virusinum er eisini farið nakað upp, tí nú eru 259 fólk deyð. Sambært eini uppgerð hjá sjónvarpsstøðini CNN, er ongin deyður av coronavirusinum uttan fyri Kina.

Tað landið, har næstflest hava fingið staðfest virusið, er Thailand, har 19 tilburðir eru, meðan 17 eru í Japan og 13 í Singapore. Týskland boðaði í morgun frá, at sjey fólk nú eru smittað har.

27 lond hava higartil boðað frá, at tey hava staðfest coronavirus hjá fólkum, men flestu støðini er bara talan um ein til fimm tilburðir.

Í Kina royna myndugleikarnir av øllum alvi at basa virusinum

Kina hevur játtað fýra milliardir dollarar til stríði, og tvey sjúkrahús standa mestsum klár at taka í nýtslu, eftir at myndugleikarnir byrjaðu at byggja tey mánadagin. Tilsaman hava tey 2400 seingjarpláss.

Størri og størri avmarkingar verða eisini gjørdar í ymsum býum í Kina. Í Huanggang, sum liggur stutt frá Wuhan, har virusið byrjaði at spjaðast, sleppur einans eitt fólk úr hvørjum húskið út úr bústaðnum annan hvønn dag. Myndugleikarnir siga, at hetta er fyri at avmarkað talið av fólkum sum ganga í býnum.

Fyrr í vikuni boðaði heimsheilsustovnurin WHO frá, at coronavirusið er ein heimshóttan. Hetta er bert sættu ferð, at WHO lýsir eina umfarssótt sum eina heimshóttan.

Landslæknin: Tilbúgvingin er nøktandi her

Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, kemur WHO við eini slíkari kunngerð fyri at varpa ljós á londini við manglandi tilbúgving, og ikki fyri at loypa ótta á fólk.

Eisini stjórin í danska Sundhedsstyrelsen, Søren Brostrøm, hevur gjørt tað greitt, at danskir myndugleikar hava greiði á støðuni. Hann sigur, "at allir liðir í tilbúgvingini vita akkurát hvat teir skulu gera."

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur somuleiðis, at tilbúgvingin í Føroyum er nøktandi sum nú er, og myndugleikarnir eru til reiðar, um tað skuldi hent, at coronavirusið kemur higar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369