Kina krevur umbering frá Jyllands-Posten

bannari
Kina krevur umbering frá Jyllands-Posten
Ein tekning í blaðnum hevur fingið ilt í kinesisku sendistovuna, men Kina fær onga umbering, sigur blaðstjórin á Jyllands-Posten
Hetta er tekningin, sum hevur fingið øði í Kina
 
28.01.2020 - 09:27

Kina krevur nú eina almenna umbering frá  danska dagblaðnum, Jyllands-Posten. 

Blaðið prentaði í gjár eina tekning av kinesiska flagginum, har tær fimm reyðu stjørnurnar eru býttar um við fimm corona-virus.

Kinesiska sendistovan í Danmark sigur í tíðindaskrivi í morgun, at Jyllands-Posten og teknarin, Niels Bo Bojesen, skulu viðurkenna mistakið, og geva kinesiska fólkinum eina almenna umbering.

Ein háðan

Meðan kinesiska stjórnin og fólkið gera alt fyri at basa heilsuhóttanini, og altjóða samfelagið stuðlar Kina, prentar Jyllands-Posten eina tekning,  sum háðar Kina, sigur sendistovan.

Ábyrgdarblaðstjórin á Jyllands-Posten, Jacob Nybroe, sigur, at blaðið fer ikki at koma við nakrari umbering.

- Vit hava prentað eina tekning, sum nýtir kinesiska flaggið og corona-virusið sum karm um eina hending, ið ávirkar allan heimin í løtuni, sigur Jacob Nybroe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369