Coronavirus staðfest í Týsklandi

bannari
Coronavirus staðfest í Týsklandi
Eftir øllum døma smittaði ein kinesisk kvinna týska mannin, sum er lagdur inn á sjúkrahús
 
28.01.2020 - 14:47

Ein 33 ára gamal maður í Týsklandi hevur fingið staðfest coronavirus, hóast hann ikki hevur verið uttanlands.

Týska tíðindastovan skrivar, at maðurin var smittaður av einum kinesiskum starvsfelaga, sum kom á vitjan í Týsklandi.

Tí verður staðfest, at hetta er fyrsti tilburðurin, at virusið hevur smittað millum fólk uttan fyri Asia, skrivar týska tíðindastovan, DPA.

Kinesisk kvinna smittuberi

Týsku heilsumyndugleikarnir upplýsa, at talan var um eina kinesiska kvinnu, sum vitjaði á skrivstovuni, har maðurin arbeiðir í Týsklandi.

Maðurin er avbyrgdur, og hann livir væl, siga myndugleikarnir.

Heilsumálaráðharrin í landspartinum Bayern, Melanie Huml, sigur, at myndugleikarnir taka málið í størsta álvara.

Er eisini vorðin sjúk

Der Spiegel skrivar, at kvinnan hitti foreldrini, sum búgva í Wuhan, áðrenn hon fór til Týsklands. Tá hon kom heimaftur, gjørdist hon sjúk.

Eisini japansku myndugleikarnir boða frá, at ein maður er sjúkur, hóast hann ikki hevur verið í Wuhan.

Maðurin koyrir buss, og skal hava verið saman við kinesiskum ferðafólkum, skrivar Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369