Boeing royndarflogið nýtt flogfar

Boeing royndarflogið nýtt flogfar
777x er 77 metrar langt, og tað tekur 435 ferðafólk
 
26.01.2020 - 10:40

Størsta flogfarið hjá Boeing higartil hevur verið sína fyrstu ferð.

Tað setti seg í í Seattle í Washington.

777x, sum flogfarið eitur, tekur 435 ferðafólk.

Flogfarið er 77 metrar langt, og tá tað setti seg, tóku fleiri hundrað starvsfólk hjá Boeing ímóti og fagnaðu flogfarinum.

Fyrsta flogferðin tók tríggjar tímar.

777x flogfarið skal onkursvegna bjarga Boeing, sum kom í stóra kreppu, tá eitt annað nýtt flogfar hjá verksmiðjuni,737 MAX, fekk forboð fyri at flúgva, tí brek við flogførunum gjørdu, at tey duttu niður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369