- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin Pelagic ger royndir við surimi
Varðin Pelagic fekk 1500 tons av svarkjafti sum royndarkvotu. Royndarkvotan skuldi brúkast til eina verkætlan, sum var í trimum pørtum.
Fyrsti partur snúði seg um at betra um góðskuna á svartkjatfinum umborð á skipunum.
Annar partur var at betra um flakaskeringina á virkinum, m.a. við at umbyggja flakamaskinurnar, so tær eru betur egnaðar at skera svartkjaft.
Flakamaskinurnar vórðu settar upp í desember mánað, og eru royndar.
Triði parturin av verkætlanini var ein royndarframleiðsla av surimi. At kanna góðskuna á suriminum - og at samskifta við keyparar sum eru á marknaðinum.
Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, sigur, at verkætlanin hevur gingið væl, men at verkætlanin ikki er endaliga liðug enn.
Hann vónar at vinnuliga virksemið við surimi, kann byrja seinast í árinum. Og hann væntar at tað fer at bera til.