- Tíðindi, mentan og ítróttur
41 fólk deyð av coronavirusinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/yichang_kina_ap.jpg?itok=uO9IoQ0P)
Talið av teimum, sum eru deyð av coronavirusinum í Kina, er nú komið upp á 41 fólk, júst sum tað kinesiska nýggjárið byrjar í dag. Kinesisku myndugleikarnir boðaðu í morgun frá, at 15 fólk afturat vóru deyð í Hubei landslutin, har sjúkan tók seg upp.
Tilsamans eru eini 1.200 fólk smittaði í Kina, skrivar BBC. Avbjóðingin hjá kinesku myndugleikunum er, at milliónir av kinesarum savnast júst í dag, nú tað kinesiska nýggjárið byrjar. Av somu orsøk eru fleiri hátíðarhald avlýst.
Coronavirusið er nú eisini komið til Europa. Trý fólk er staðfest smittaði í Fraklandi, og bretar leita eftir 2.000 fólkum, sum eru komin til Stóra Bretland beinleiðis úr Hubei-landslutinum. Í Australia eru fólk eisini staðfest sjúk av virusinum, sambært BBC.
Tað eru tó bara fólk, sum eru veik frammanundan, sum eru deyð av sjúkuni.