Elizabeth drotning góðkent Brexit-skilnaðaravtalu

Elizabeth drotning góðkent Brexit-skilnaðaravtalu
Í dag er ein vika til Bretland fer úr ES. ES-leiðarar og bretska drotningin hava nú skrivað undir avtaluna
Brexit verður nú veruleiki. Bretland fer úr ES næsta fríggjadag
 
24.01.2020 - 13:51

Leiðararnir í ávikavist Evropeisku kommisjónini og Evroparáðnum - Ursula von der Leyen og Charles Michel - undirskrivaðu í tí sambandi skilnaðaravtaluna, sum ásetur, at Bretland nú fer úr ES.

Skilnaðaravtalan fekk eisini royalu undirskriftina frá Elizabeth drotning í gjár eftir avtalan somuleiðis var samtykt í bretska Undirhúsinum í vikuni.

Avtalan, sum er næstan 600 síður, ásetur millum annað viðurskifti um borgararættindi, landamarkið millum Írland og Norðurírland, og at Bretland enn hevur bindingar fyri 33 milliardir pund í ES - tann sonevnda skilnaðarrokningin.

Avtalan ásetur, at komandi fríggjakvøld á miðnátt, fer Bretland úr ES. Tó verður Bretland verandi í ES-marknaðinum og tollsamgonguni til árið er liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369