Góður fiskiskapur á Flemish Cap

Góður fiskiskapur á Flemish Cap
Skipini fingu úr 42.000 upp í 52.000 pund á fyrstu setuni
 
23.01.2020 - 09:47

Frystilínuskipini á Flemish Cap hava aftur í ár góðan fyriskap.

Skipini hava enn bara havt eina setu, og tey hava boðað Vørn frá, at í gjár fingu skipini úr 42.000 upp í 52.000 pund á  fyrstu setuni.

Veðrið er gott á Flemish Cap, frættist haðani.

Seks føroysk skip eru á Flemish Cap.

Tey Jákup B, Eivind, Kambur, Stapin, Klakkur og Jógvan I.

Toskakvotan á Flemish Cap er nógv minni í ár enn hon var í fjør.

Í ár er kvotan 1.907 tons. Talan er um felagskvotu.

Í fjør var kvotan 3.911 tons. 2.635 tons vóru felagskvota og 1.276 tons vórðu seld á uppboði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825