- Tíðindi, mentan og ítróttur
Interpol-ovasti dømdur fyri mutur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/meng_hongwei.png?itok=-mTo2NmU)
Fyrrverandi ovastin fyri Interpol, kinesarin Meng Hongwei, er dømdur 13,5 ára fongsulsrevsing fyri at hava tikið ímóti umleið14 milliónum krónum í mutri.
Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Hongwei játtaði seg sekan at hava tikið ímóti mutrinum á fyrsta rættarfundinum, sum var í juni mánaði.
Hvarv í nakrar vikur
Hongwei var búsitandi i Fraklandi, tá hann hvarv í nakrar vikur í 2018, meðan hann var á ferð í Kina.
Seinni kunngjørdu kinesisku myndugleikarnir, at Hongwei var í varðhaldi hjá teimum, tí hann var undir illgruna fyri valdsmisnýtslu, misbrúk av almennum pengum, og fyri ikki at virða avgerðir hjá kommunistaflokkinum.
Sama dag, sum hetta varð kunngjørt, segði Interpol, at Hongwei hevði sagt seg úr starvi.
Áðrenn Hongwei var ovasti fyri Interpol, var hann hann vararáðharri í trygdarmálum í Kina.