- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa skjótt loyvi at brúka vakmyndatól

Undirsjóvartunlarnir fáa skjótt loyvi til at brúka vakmyndatól og loyvi til at fáa elektroniskar stakupplýsingar úr akfarskránni hjá Akstovuni.
Eitt lógaruppskot er gjørt og er til hoyringar í løtuni. Eingin lógarheimild er nú. Undirsjóvartunlarnir eru bygdir eftir og fylgja norskum trygdarreglum.
Í teimum eru vakmyndatól við í trygdarkrøvunum, tá tunlar eru longri enn tríggjar kilometrar, og ferðslan í miðal er størri enn 2.000 akfør um dagin.
Brúk fyri einari lóg, sigur Fíggjamálaráðið
Feløgini P/f Eystur- og Sandoyartunlar, P/f Vágatunnilin og P/f Norðoyatunnilin hava brúk fyri vakmyndatólum fyri at kunna krevja inn gjøldini fyri at koyra gjøgnum tunlarnar, sigur Fíggjarmálaráðið, sum eigur lógaruppskotið.
Teir báðir tunlarnir, sum eru lidnir, hava vakmyndatól. Men sambært Dátueftirlitinum er neyðugt sambært lóg frá 1988, at tunnilsfeløgini hava lógarheimild til at hava vakmyndatól.
Í lógunum um undirsjóvartunlarnar stendur ikki beinleiðis, at feløgini hava loyvi til at brúka vakmyndatól ella kunnu fáa upplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni. Tí er brúk fyri einari lóg, sum sigur tað, sigur Fíggjarmálaráðið.