- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vandi fyri stjórnarkreppu í Noregi
Vandi er fyri stjórnarkreppu í Noregi
Ein av stuðulsflokkunum í stjórnini hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, fer kanska at taka seg úr samgongustjórnini, skrivar norska kringvarpið, NRK.
Tað er Framburðsflokkurin hjá SIv Jensen, fíggjarmálaráðharra, sum hevur sitið á fundi í alla nátt og viðgjørt støðuna.
Orsøkin til misnøgdina í Framburðsflokkinum er, at Noreg avgjørdi at taka eitt sjúkt barn heim úr Sýria í fjør, men umframt hetta barnið varð eitt systkin hjá hesum barninum og mamman eisini tikin heim til Noregs.
Skuldsett fyri yvirgang
Mamman varð skuldsett fyri yvirgang og sat í stóra Al-Hol fongslinum í Sýria, har tíggjutúsundtals IS-hermenn og einkjur sita.
Mamman góðtók, at barnið varð tikið heim til Noregs at fáa viðgerð, men bara um hon, mamman, eisini slapp við.
Heimtøkan varð duld, men síðani málið kom undan kavi, hevur politiskt rumbul verið, um mamman eisini skuldi verið sloppin við.
Norskir borgarar, sum hava tilknýti til Islamska Statin, verða rættarsóktir, tá teir koma aftur til Noregs.