- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetaval: Mælir til at velja kvinnur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/forsetavalevni.jpg?itok=Avrt5hXT)
Kenda amerikanska dagblaðið, New York Times, vísir nú á, hvønn blaðið heldur er besta boðið at gerast valevni hjá demokratiska flokkinum til forsetavalið í heyst.
Heldur óvanligt brýtur blaðið nú við eina 160 ára gamla siðvenju, og vísir ikki bara á eitt, men tvey valevni. Og blaðið mælir lesarunum til at seta krossin við annaðhvørt Amy Klobuchar ella Elizabeth Warren.
New York Times verður víst á, at tær báðar kvinnurnar umboða hvør sín vong í demokratiska flokkinum.
Elizabeth Warren vil draga flokkin og samfelagið til vinstru, og hevur millum annað fleiri ferðir mælt til strangari eftirlit við virkseminum hjá fíggjarheiminum á Wall Street.
Vælferð og grønt orkuskifti
Amy Klobuchar hoyrir til meira semjusøkandi partin av demokratiska flokkinum. Hon hevur undir valstríðnum serliga lagt dent á størri vælferð fyri allar borgarar og eitt grønt orkuskifti.
New York Times vrakar sostatt báðar oddamennirnar í stríðnum hjá demokratiska flokkinum at gerast forsetavalevni, Joe Biden og Bernie Sanders.
Í grundgevingini verður víst á, at blaðið heldur teir báðar verða ov gamlar. Bernie Sanders er 79 ára gamal, og Joe Biden er 77 ára gamal.
Elizabeth Warren og Amy Klobuchar eru ávikavist 70 og 59 ára gamlar.