- Ríkisrættarmálið ein svikagerð

- Ríkisrættarmálið ein svikagerð
Fyri fyrstu ferð síðani Umboðsmannatingið í USA reisti ríkisrættarmál móti Donald Trump forseta, hevur forsetin latið formligt svarskriv
 
19.01.2020 - 12:50

Donald Trump sigur í formliga skrivinum, at ákærurnar eru eitt vandamikið álop á fólkaræði. Somuleiðis sigur skrivið, at ríkisrættarliga ákæruritið er ein álvarslig roynd at ávirka forsetavalið í 2020.

Donald Trump er triði forsetin í USA, sum nakrantíð hevur fingið eitt ríkisrættarmál ímóti sær. Hann er skuldsettur fyri valdsmisnýtslu og at forða fyri arbeiðnum hjá amerikonsku kongressini. Hann hevur noktað seg sekan í øllum ákærum og sigur málið móti honum er ein svikagerð.

Í Umboðsmannatinginum hava demokratarnir meirluta, og tað er Umboðsmannatingið, sum hevur reist ríkisrættarmálið móti forsetanum. Í amerikanska Senatinum er tað republikanski flokkurin hjá Donald Trump sum situr við ræðið, og tað er Senatið sum skal gera av, um forsetin verður dømdur og frátikin forsetaembætið.

Tað skal ein breiður meirluti til - tveir triðingar - í Senatinum, fyri at døma forsetan. Tað eru 100 senatslimir, og 67 teirra skulu atkvøða fyri, um Donald Trump skal finnast sekur í ákærunum. Demokratarnir hava einans 47 umboð í Senatinum, meðan Republikanararnir hava 53 umboð. Sostatt verður væntað av flestu serfrøðingum, at forsetin verður reinsaður fyri ákærurnar, tá ið samanum kemur.

Rættarmálið byrjar í komandi viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369