- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump hevur kendar verjar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donald_trum.jpg?itok=_358cO_b)
Hvítu Húsini hava almannakunngjørt hvørjir verjarnir hjá Donald Trump vera í Ríkisrættarmálinum móti forsetanum, skrivar The Guardian.
Og nøvnini á listanum eru ikki júst ókend.
Millum verjarnar teljast Alan Dershowitz, sum var verji hjá dømda kynmisbrotsmanninum, Jeffrey Epstein, og Kenneth Starr, treiski ákærin, sum stóð á odda fyri kanningunum, sum leiddu til ríkisrættarmálið móti fyrrverandi forsetanum, Bill Clinton.
Á odda fyri verjuni vera Pat Cipollone og persónligi advokaturin hjá Donald Trump, Jay Sekulow.
Umboðsmannatingið, sum dróg Donald Trump fyri ríkisrættin, hevur nú handað Senatinum málið, har rættarmálið endar við eini atkvøðugreiðslu um, hvørt Trump skal sleppa at halda fram sum forseti ella ikki.
Ákærdur fyri misnýtslu
Rættarmálið fer helst at vara í minst tvær vikur, og bæði núverandi og fyrrverandi ráðgevar hjá forsetanum, sum ikki fyrr hava úttalað seg, fara møguliga at vitna.
Donald Trump er ákærdur fyri at hava misnýtt sítt embæti til at trýsta Ukraina til at kanna mál, sum kundu verða keðilig fyri fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, sum er demokratur.
Trump er samstundis ákærdur fyri at arbeiða ímóti kongressini í málinum.
Ein meiriluti í senatinum upp á tveir triðingar krevst, um Donald Trump skal koyrast frá sum forseti. Flestu politisku viðmerkjararnir meta, at hann situr tryggur í forsetasessinum, tí republikanararnir hava meirilutan í Senatinum.