- Tíðindi, mentan og ítróttur
Corona: Nógv fleiri smittað enn higartil hildið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kina.png?itok=KtS3YxUR)
Talið á fólkum, sum hava fingið coronavirusið í Kina, er nógv størri, enn almennu tølini vilja vera við. Tað siga bretsk vísindafólk við bretska kringvarpið, BBC.
Higartil eru staðfestir 50 tilburðir við virusinum, men bretsku vísindafólkini meta, at talið fer at nærkast 1.700.
Kunngjørdu frágreiðing í gjár
– Eg eri nógv meira stúrin, enn eg var fyri einari viku síðani, sigur smittuverjufrøðingurin Neil Ferguson sambært BBC. Men, tað er kortini ov tíðliga at ávara um støðuna, sigur professarin.
Tað eru vísindafólk á Imperial College í London, sum hava skrivað eina frágreiðing, sum varð kunngjørd í gjár. Coronavirus er eisini staðfest í Tailandi og Japan. Í báðum førunum høvdu fólkini vitjað í kinesiska stórbýnum Wuhan.
Myndugleikarnir halda, at tað nýggja virusið kemur frá einum fiskatorgi í kinesiska býnum. Higartil eru ikki tekin um, at virus smittar frá fólki til fólk, men hetta kann ikki heilt avvísast, siga kinesisku myndugleikarnir.