- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirspurningurin eftir olju veksur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/84bf441efe60d3c3ea19845e4c16b391.png?itok=ThHsjPZN)
Eftirspurnignurin eftir olju verður størri í ár, enn hann var í fjør.
Tað sigur altjóða orkustovnurin, IEA, í síni seinastu frágreiðing.
Stovnurin metir, at eftirspurningurin fer at vaksa úr 1,1 milliónum tunnum um dagin upp í 1,2 milliónir tunnur um dagin.
Heimsbúskapurin veksur
IEA byggir metingina á, at Altjóða Valutagrunnurin, IMF, roknar við, at vøksturin í heimsbúskapinum verður 3,4 prosentstig í ár samanborið við til trý prosentstig í fjør.
29 lond eru limir í orkustovninum, og stovnurin ger metingina út frá upplýsingum frá londunum.
Tað eru lond sum USA, Noreg, Guyana og Brasil, sum syrgja fyri, at nóg mikið av olju er á marknaðinum, eftir at londini í OPEC, saman við Russlandi, gjørdu av at minka sína sølu av olju.
IEA væntar, at londini, sum ikki eru limir í OPEC, fara at økja sína sølu av olju í ár við 2,1 millión tunnur, harav fer USA at selja 1,1 millión tunnur um dagin.
Norska oljuvinnan stendur fyri tveimum milliónum tunnum a olju um dagin, skrivar DN.
Spent støða í Miðeystri
Størsta óvissan um oljuna stendst av spentu støðuni í Miðeystri.
Oljuprísurin hækkaði eftir iraksku rakettálopini á støðir í Irak, men hann er síðani lækkaður aftur, niður í 64 dollarar fyri tunnuna.
Gongdin vísir, at Irak er undir stórum trýsti, sigur IEA í frágreiðingini.
Irak selur fýra milliónir tunnur av olju um dagin, og tað er tvær ferðir so nógv sum í 2010.
Men støðan í Miðeystri ger, at serliga londini uttan fyri OPEC eiga at hava nógva olju á goymslu, um viðurskiftini í Miðeystri versna, sigur altjóða orkustovnurin, IEA í frágreiðingini.