- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir útseta oljuumfar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boripallur_oljuleiting.png?itok=3SRyOhtC)
Dan Jørgensen, danskur oljumálaráðharri, boðar nú frá, at honum tørvar meira tíð til, at taka støðu til málið, og hevur tí útsett avgerðina um víðari leiting eftir olju.
Tað er serliga umhvørvisligu og fíggjarligu avleiðingar, ið ráðharrin ynskir at lýsa nærri. Tað skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.
Talan er um áttanda umfar av útboði av rættindunum at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum. Loyvini vara til 2050. Tað eru meira enn 40 ár liðin, síðani danska stjórnin gav tey fyrstu loyvini, at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum.
Nýggju loyvini geva feløgum seks ár at leita eftir olju og gassi og síðani 30 ár at fáa tað til høldar. Í 2018 vóru inntøkur hjá danska statskassanum frá olju í Norðsjónum átta milliardir krónur.