- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undantaksstøða lýst í Virginia
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ralph_northam.jpg?itok=NsgIZiE9)
Undantaksstøða er lýst í amerikanska statinum, Virginia, eftir at myndugleikarnir hava avdúkað ætlanir hjá einum hernaðarligum bólki at leypa á stjórnarbygningin í statinum.
Tað segði guvernørurin í Virginia, Ralph Northam, á tíðindafundi í gjár, skrivar Berlingske.
Avdúkaðu upplýsingarnar benda á, at bólkar hava ætlanir um at fremja harðskap í sambandi við eina mótmælisgongu fyri stjórnarbygningin, Capitol, í Richmond.
Fleiri túsund fólk fara væntandi at mótmæla einum nýggjum lógaruppskoti, sum fer at herða reglurnar um vápn.
Demokratarnir eru í meiriluta í tinginum, og fara helst at samtykkja uppskotið.
Herða vápnalógina
Ralph Northam skrivar á twitter, at vápnað lið og harðrendir bólkar - eisini úr øðrum statum - hava ætlanir um at órógva demokratisku tilgongdina við harðskapi.
Eitt fyribils bann fyri at bera vápn nærindis stjórnarbygninginum verður sett í verk mánadagin, skrivar The New York Times.
Løgreglan hevur lagt til merkis nógv víðgongt samskifti á sosialu miðlunum umframt hóttanir móti politikarum.
Á høgravíðgongdum kjaksíðum verður tosað um, at mótmælisgongan mánadagin kann verða byrjanin til harðrenda kollvelting í USA, skrivar The Daily Beast.
Herda vápnalóggávan fer millum annað at hava við sær, at vápn kunnu verða tikin frá fólki, sum verða hildin at vera vandamikil fyri onnur.