- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umboðsmannatingið: Ríkisrættarmál skal reisast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_0.png?itok=_xgr4CQJ)
Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt at ríkisrættarmál skal reisast ímóti Donald Trump, forseta. 228 atkvøður vóru fyri og 193 ímóti. Demokratarnir hava meirilutan í umboðsmannatinginum.
Ríkisrættarmálið kann byrja í senatinum í næstu viku. Í senatinum eru 100 limir, av teimum eru 53 republikanarar. Og eingin av limunum siga seg stuðla einum ríkisrættarmáli ímóti forsetanum.
Eftir reglunum skulu tveir triðingar av limunum vera fyri, um forsetin skal leggja frá sær. Formaðurin í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum, demokraturin, Adam Schiff, skal standa á odda fyri einum bólki, sum skal virka sum ákæri í málinum.
Demokratarnir vilja hava Trump frá
Demokratarnir vilja hava Donald Trump frá sum forseta, tí hann hevur misnýtt sítt embæti til at trýsta Ukraina til at kanna mál, sum kundu vera keðilig fyri fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, sum er demokratur.
Biden er helst tann, sum kann geva Trump størst mótstøðu á forsetavalinum í heyst. Donald Trump er samstundis ákærdur fyri at arbeiða ímóti kongressini í málinum.
Donald Trump hevur fleiri ferðir funnist at Adam Schiff, sum fyrr hevur verið almennur ákæri. Demkratarnir hava eisini mælt til, at Jerry Nadler, sum er limur í rættarnevndini í umboðsmannatinginum, eisini virkar sum ákæri í málinum.