- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísurin á laksi hækkar
Prísurin á laksi hækkar
Laksaprísurin í Noregi hækkaði við 18 krónum fyri kilo eftir einum ári
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/alivinna_aling_noreg.jpg?itok=x6EWdwF4)
16.01.2020 - 08:36
Prísurin á laksi heldur fram við at hækka, og hann hækkaði eisini frá viku eitt til viku tvey í nýggja árinum, skrivar heimasíðan, kyst.no.
Prísurin hækkaði við níggju oyrum frá viku eitt til tvey, og prísurin var 78,44 norskar krónur fyri kilo, ella næstan 18 krónur hægri fyri kilo enn somu viku í fjør.
Prísurin á laksi lækkaði í heyst, men prísurin hækkaði aftur út ímóti ársenda.
Norskir alarar útfluttu góð 16.000 tons av laksi fyrstu vikuna av 2020, og tað var ein lækking uppá næstan sjey prosentstig, skrivar kyst.no.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV