Boris: Nei til fólkaatkvøðu um loysing í Skotlandi

Boris: Nei til fólkaatkvøðu um loysing í Skotlandi
Fólkaatkvøða var í 2014 um spurningin, og tí er ikki neyðugt við nýggjari fólkaatkvøðu, sigur bretski forsætisráðharrin
 
16.01.2020 - 08:52

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer ikki at loyva skotum at hava eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing.

Tað ger hann greitt í einum brævi, sum hann hevur sent skotska fyrstaráðharranum, Nicolu Sturgeon.

Eftir parlamentsvalið í desember, heitti hon á Boris Johnson um at geva skotum loyvi at skipa fyri eini fólkaatkvøðu um loysing. 

Fólkaatkvøða í 2014

Í 2014 var fólkaatkvøða í Skotlandi, og tá vóru 45 prosent fyri og 55 prosent ímóti loysing.

Í skrivinum sigur Boris Johnson, at fólkið á fólkaatkvøðuni í 2014 tók støðu til spurningin, og tí er ikki neyðugt við nýggjari fólkaatkvøðu.

Nicola Sturgeon sigur, at hon hevði væntað at svarið fór at vera, sum tað var, men hon sigur seg fara at stríðast fyri, at skotar sjálvir skulu gera av, hvussu framtíðin skal skipast.

Tað er brexit, sum hevur gjørt, at skotar vilja hava eina nýggja fólkaatkvøðu, tí á fólkaatkvøðuni um brexit í 2016 vóru skotar ímóti at fara úr ES, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369