Russiska stjórnin lagt frá sær

Russiska stjórnin lagt frá sær
Putin, forseti, ætlar at broyta grundlógina, so hann kann stilla uppaftur til forsetavalið
 
15.01.2020 - 13:20

Russiska stjórnin hjá Dmitrij Medvedev, forsætisráðharra, hevur lagt frá sær, skrivar tíðindastovan Tass.

Vladimir Putin, forseti, upplýsti á tíðindafundi í dag, at Dmitrij Medvedev í staðin verður limur í russiska trygdarráðnum.

Tíðindastovan Interfax skrivar, at Putin hevur heitt á fráfarandi stjórnina um at verða sitandi, til nýggj stjórn er skipað.

Tíðindini um, at stjórnin leggur frá sær, bórust stutt eftir, at Putin hevði hildið sína árligu røðu fyri russiska tinginum.

Broyta grundlógina

Forsetin boðaði frá, at ætlanin er at broyta russisku grundlógina.

Dmitrij Medvedev sigur, at stjórnin leggur frá sær, so forsetin kann fremja ætlanir sínar í verki.

Broytingin í grundlógini hevur m.a. við sær, at Putin kann halda fram sum forseti í Russlandi, eisini eftir at forsetaskeiðið er úti í 2024

Eftir galdandi reglum hevði ikki borið til hjá Putin at stilla uppaftur, tí hann hevur longur sitið fýra valskeið, sum grundlógin loyvir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369