Nú skal Trump fyri ein ríkisrætt

Nú skal Trump fyri ein ríkisrætt
Ríkisrættarmálið móti amerikanska forsetanum, Donaldi Trump, byrjar væntandi týsdagin í næstu viku
 
15.01.2020 - 06:49

Tað segði leiðarin fyri republikanska meirilutanum í Senatinum, Mitch McConnell. Ákærupunktini verða send Senatinum í dag, segði leiðarin fyri umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi, í gjár.

Senatið virkar sum nevningating í ríkisrættarmálum. Men áðrenn ríkisrættarmálið kann byrja í Senatinum, skal forsetin í hægtarættari, John Roberts, taka senatorarnar í eið fyrst.

 >> SÍ EISINI Frágreiðing: Trump hevur misnýtt embætið

Nancy Pelosi hevur ikki viljað sent Senatinum ákærupunktini, tí hon vil hava vissu fyri, at vitni verða innkallað til Senatið undir ríkisrættarmálinum.

Hon hevur tó onga trygd fingið fyri tí frá Mitch McConnell, sum er leiðari fyri republikanska meirilutanum í Senatinum. Kortini hevur hon nú gjørt av at seta fer á tilgongdina.

Í desember samtykti umboðsmannatingið at reisa ákæru. Trump er ákærdur fyri valdsmisnýtslu og fyri at hava forðað Kongressini í sínum arbeiði.

 >> SÍ EISINI Ákærupunktini í ríkisrættarmálinum móti Trump klár

Donald Trump skal í fjør hava lagt trýst á ukrainska forsetan um at kanna fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden, fyri mutur í sambandi við íløgur í Ukraina.

Joe Biden ætlar at gerast mótvalevni hjá Trump á forsetavalinum seinni í ár. Hóast demokratarnir halda, at Trump er óskikkaður til arbeiðið sum forseti, verður hann helst fríkendur av republikanska meirilutanum í Senatinum.

Limirnir í Senatinum virka sum nevningating í slíkum málum. Umboðsmannatingið skal í dag boða frá, hvørjir limir skulu virka sum ákærar í ríkisrættarmálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369