Fleiri skalvalop í Íslandi

Fleiri skalvalop í Íslandi
Trý stór skalvalop vóru stutt fyri midnátt á Vestfjørðum í Íslandi, tvey vóru í Flateyri og eitt í Súgandafirði
Eingin sigst hava fingið álvarsligan skaða í trimum skalvalopum, sum vóru í Íslandi í nátt
Mynd: RUV/lesaramynd  
 
15.01.2020 - 07:02

Bjargingarlið eru send til økið, og neyðstøða er lýst í Flateyri og Suðureyri orsakað av skalvalopinum. Eingin hevur fingið álvarsligan skaða, men neyðugt varð at grava út eina unga gentu á Flateyri. 

Men hildið verður, at stórur materiellur skaði er. Íbúgvarnir á Flateyri og í Súgandafirði er bidnir um at halda seg innadurða fyribils, og íbúgvar í Súgundafirði eru bidnir um at halda seg burtur frá havnini.

Greinin heldur fram niðanfyri



Mynd: Soleiðis sær verjan, sum varð gjørd fyri at verja móti skalvalopum, oman fyri Flateyri, út (mynd: Eyðun Myllá, mars 2018)

Íslendska kringvarpið, RÚV, sigur, at tað tykist, sum um verjurnar móti skalvalopi oman fyri Flateyri, hava vart meginpartin av bústaðarøkjunum í býnum. Men skalvalopið rakti tó nøkur hús, og havnina í Flateyri, har fleiri bátar vóru tiknir við út á sjógv.

Íslendska sjóverjan hevur sent sjóverjuskipið Tór til Flateyrar við 35 bjargingarfólkum umborð. Um viðrar, verður ein tyrla eisini send til Flateyrar, skrivar RUV.

Í januar 1995 var skalvalop í Suðavík og tá doyðu 14 fólk. Og 26. oktober 1995 var eisini skalvalop á Flateyri, og tá doyðu 20 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369