- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tummas í Garði varastjóri í sjúkrahúsverkinum
Tummas í Garði varastjóri í sjúkrahúsverkinum
Hann var læknastjóri á Landssjúkrahúsinum í átta ár

08.01.2020 - 15:13
Tummas í Garði er settur sum varastjóri við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya.
Tað boðar Heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Tummas í Garði hevur drúgvar royndir sum yvirlækni umframt leiðsluroyndir. Hann var læknastjóri á Landssjúkrahúsinum frá 2005 til 2013.
Seinastu sels árini hevur Tummas í Garði starvast sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.
Hann tekur við starvinum 1. februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV