USA ongar ætlanir um at taka seg úr Irak

USA ongar ætlanir um at taka seg úr Irak
Amerikanski ráðharrin í verjumálum avsannar upplýsingarnar um, at USA skal hava ætlanir um at taka seg úr Irak
Ófriður uttan fyri amerikansku sendistovuna í Baghdad, Irak, nýggjársdag
Mynd: AP  
 
07.01.2020 - 08:48

USA hevur ongar ætlanir um at taka seg úr Irak. Tað sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Mark Esper, við Reuters-tíðindastovuna

Hetta sigur hann, eftir at upplýsingar um at ætlanir at taka seg úr Irak, eru komnir fram í einum brævi. Men amerikanski verjumálaráðharrin avsannar harvið hesar upplýsingar. 

Brævið við upplýsingunum um, at londini fara úr Irak, stavar frá amerikonskum keldum, sigur irakiski herurin, sambært bæði Reuters og AFP, men nú sigur amerikanski verjumálaráðharrin, at brævið er falskt. 

Royna at finna útav, hvaðani bræv stavar

Eg veit ikki, hvat hetta er fyri eitt bræv. Vit royna at finna útav, hvaðani tað stavar, og hvat tað er fyri nakað. Men ongin avgerð er tikin um at fara úr Irak. Punktum, sigur Mark Esper við Ritzau. 

Mark Milley, amerikanskur herleiðslustjóri, sigur við fleiri miðlar, at talan er um eitt veruligt bræv, men at tað av misgávum varð sent. 

Brævið er illa skrivað, og tað gevur ábendingar um ætlanir at taka okkum aftur. Men tað er ikki tað, sum gongur fyri seg, sigur hann við millum annað Reuters og AFP. Tað stendur ikki í brævinum, nær amerikanski herurin ætlar at taka seg úr Irak. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463