- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirmaðurin lovar eisini hevnd
Eftirmaður myrda iranska herovastan, Qassem Soleimani, Esmail Qaani, ger longu greitt, at framferðin hjá Iran verður tann sama sum undir myrda herovastanum, og at Iran fer at hevna drápið.
Tað boðaði hann frá í almenna iranska sjónvarpinum, samstundis sum Soleimani verður jarðaður.
- Vit fara at halda fram við stríðnum at reka USA úr Miðeystri, gjørdi Qaani greitt.
Qaani hevur verið varaovasti í serligu Qud-deildini síðani í 2006, og hevur tí samstarvað tætt við myrda herovastan.
Fór upp í herin 25 ára gamal
62 ára gamli, Esmail Qaani, fór upp í kollveltingarherin 25 ára gamal, og hann hevði stóra virðing í krígnum ímillum Iran og Irak, sum vardi frá 1980 til 1988.
Tí hevur eisini hann stóra virðing millum fólk í Iran. Og av tí sama kom hann sær skjótt fram sum herovasti.
Tíðindafólk skriva úr Teheran, at tey sjálvdan, ella helst ongantíð fyrr hava sæð so stórar mannamúgvir í gøtunum, sum nú myrdi herovastin verður jarðaður. Fólk rópa um hevnd, skrivar Reuters.
Fleiri hermenn til Miðeystur
USA hevur gjørt av at senda fleiri hermenn til Miðeystur, hóast irakiska tjóðartingið sigur seg vilja hava allar útlendskar hermenn úr landinum.
- Mær tørvar ikki nøkur boð frá kongressini um at leypa á Iran, ta avgerðina kann eg taka sjálvur, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.
Bæði danskir og norskir hermenn eru eisini í Irak.