3.000 eykahermenn boðsendir at basa skógareldum

3.000 eykahermenn boðsendir at basa skógareldum
Túsundtals hermenn eru boðsendir í Australia, nú hitin er oman fyri 40 stig og nógvur vindur er
Savnsmynd frá New South Wales í Australia, sum er meint rakt av skógareldum, sum hava herjað økið síðani november
 
04.01.2020 - 09:28

3.000 fólk frá eykaherinum í Australia eru boðsend í royndini at basa herviligu skógareldunum, sum hava herjað í landinum tær síðstu vikurnar.

Ein ógvisligur skógareldur á vælumtóktu feriuoynni Kangaroo Island hevur nú eisini kravt tvey mannalív, skrivar tíðindastovan Reuters í morgun.

Eitt friðað øki hótt

Tað vátta australsku myndugleikarnir, sum í løtuni stríðast fyri, at halda eldinum burtur frá einum friðaðum øki á oynni.

Sambært løgregluni á staðnum doyðu tey bæði fólkini, tá tey vórðu fangað í einum bili nærhendis býnum Pardana, skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Myndugleikarnir á Kangaroo Island stúra nú eisini fyri djóralívinum á staðnum, nú bæði nógvur hiti og vindur er.

3.000 sløkkilisfólk boðsend

Skaðarnir eru ikki gjørdir upp enn, men vit vita, at skógareldarnir hava fingið fastatøkur á meira enn 100.000 hektarum av jørð, sigur forsætisráðharrin í Suðuraustralia, Steven Marshall.

Hitabrúgvin, sum hevur gjørt tað trupult hjá myndugleikunum at basa skógareldunum, hevur í dag flutt seg norður eftir í Australia, og myndugleikarnir hava eina trupla uppgávu fyri framman.

Australia hevur tí boðsent 3.000 fólk frá eykaherinum í landinum, ið skulu hjálpa til, at fáa tamarhald á teimum nógvu skógareldunum, sum brenna í deilstatunum New South Wales og Victoria.

Vána forsøgn fyri sløkkiliðsfólkini

Tað upplýsti ráðharrin í verjumálum, Linda Reynolds, fyrr í morgun okkara tíð, sambært australska blaðnum, The Sydney Morning Herald.

Hetta er helst fyrstu ferð í søguni, at eykafólk eru boðsend at basa skógareldum soleiðis, sigur ráðharrin í verjumálum sambært blaðnum.

Dagurin í dag verður trupul fyri sløkkiliðsfólkini. Veðurforsøgnin sigur frá turki, 40 hitastigum og nógvum vindi - bæði í New South Wales og Victoria, sambært tíðindastovuni, Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463