- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lovar at endurskoða kvoturnar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hage_geingob.jpg?itok=zevh9Xn0)
Tað segði forsetin í landinum, Hage Geingob, í nýggjársrøðu sínari, sigur íslendska kringvarpið RÚV. Hann segði, at hann hevur givið fiskimálaráðharranum boð um at hjálpa fiskimonnum, sum hava mist hýruna.
Forsetin segði seg ætla at stríðast móti fátækradømi og korruptsjón. Arbeiðsleysir fiskimenn í Namibia hava mótmælt regluliga í seinastuni, tí feløg, sum eru knýtt at íslendska felagnum Samherja, hava fingið kvotur á ivasaman hátt í Namibia.
Seks menn eru varðhaldsfongslaðir í Namibia, skuldsettir fyri korruptsjón, tá kvotur eru latnar. Teirra millum eru tveir fyrrverandi ráðharrar, Bernhard Esau, sum var fiskimálaráðharri, og Sachy Shangala, sum var løgmálaráðharri.