- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitingin eftir horvnum sjómonnum steðgað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/stara_planina.jpg?itok=J9hEXUTA)
Norska bjargingarmiðstøðin fekk stutt fyri middagsleitið í gjár boð um, at tveir av manningini umborð á maltesiska farmaskipinum, Stara Planina, vóru farnir í havið.
Tvær tyrlur vóru sendar út til farleiðina, eini 200 sjómíl í útsynning úr Bodø. Illveður var á leiðini, stormur og átta metrar høgar aldur.
Í gjárkvøldið boðaði norska høvuðsbjargingarmiðstøðin frá, at einki var funnið. Havandi í huga kuldan, høgu aldurnar og veðrið, er eingin møguleiki fyri, at vit finna teir á lívi, segði bjargingarmiðstøðin.
Vita ikki, hví menninir fóru í havið
Nú hevur løgreglan í Nordland tikið yvir leitingina, og leitað verður nú eftir tveimum sjólátnum monnum.
Teir saknaðu eru bulgarar, og vóru bara í arbeiðsklæðum, tá teir fóru fyri borð. Høvuðsbjargingarmiðstøðin veit enn ikki, hvat hendi, tá menninir fóru í havið.
Skipið, Stara Planina, er 186 metrar langt, og var á veg úr Murmansk í Russlandi til Constanta í Rumenia. Einki annað skip var har á leiðini, har farmaskipið misti tveir av manningini.