- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heini metir um spentu støðuna í Miðeystri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/heini_i_skorini.png?itok=tcaqHqfN)
Støðan millum Iran og USA er vorðin sera spent, eftir at amerikanarar í nátt drupu ein iranskan herovasta, meðan hann var staddur í Irak.
Iran hevur svorið hevnd, og samstundis verður stúrt fyri, at spenta støðan kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri USA og alt Miðeystur.
Tá fríggjadagsbøn var í iranska høvuðsstaðnum Teheran í dag, róptu túsundtals fólk "Deyði yvir Amerika, " og tey kravdu, at Iran hevnir USA fyri at hava dripið iranska herovastan, Qassem Soleimani.
Heini í Skorini er ph.d í altjóða politikki, og í kvøld fer hann at meta um støðuna, tá hann verður gestur í Degi og Viku.
BBC gjørdi í fjør eina dokumentarsending um Qassem Soleimani, sum á donskum hevur fingið heitið "Skyggegeneralen."
Sendingin kann síggjast her