- Tíðindi, mentan og ítróttur
50.000 útlendingar búgva í Íslandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/erasmus-experience-reykjavik-iceland-david-4cfd09a5eb7a2db793c54a09726e52e2.jpg?itok=WGzE6rLR)
Umleið 50.000 útlendskir ríkisborgarar eru skrásettir at búgva í Íslandi, og talið er vaksið 5.000 frá desember í 2018 til desember 2019.
Sambært tølum frá Hagstovu Íslands búðu 49.344 útlendskir ríkisborgarar í Íslandi 1. desember 2019, og tað eru 11,7 prosent fleiri enn somu tíð í fyrraárið, tað svarar til 5.188 persónar.
Samstundis vaks talið av íslendskum ríkisborgarum 0,6 prosent.
Av útlendsku ríkisborgarunum eru flestir pllendingar, 20.700 persónar, og 4.600 litavar búgva í Íslandi.
1400 póllendingar og 500 litavar
Hesar 12 mánaðirnar eru meira enn 1.400 pllendingar og meira enn 500 litavar fluttir til Íslands.
Størsti vøksturin í lutfalli eru venesuelar, -159 venesuelar búgva í Íslandi, og vøksturin er meira enn 300 prosent.
Samstundis er talið av borgarum úr norðurlondum, sum búgva í Íslandi, minkað.
Nú eru 3,8 prosent færri danir, 5,7 prosent færri sviar og 2,1 prosent færri finnlendingar í Íslandi.