20 flogvanlukkur kravdu 283 mannalív í fjør

20 flogvanlukkur kravdu 283 mannalív í fjør
Flogferðslan verður kortini mett at vera trygg, og hon verður tryggari og tryggari
 
03.01.2020 - 13:25

283 fólk doyðu í 20 flogvanlukkum í fjør.

Tá er talan um sivila flogferðslu og um flogfør, sum taka í minsta lagi 15 ferðafólk.

Vanlukkurnar vóru fleiri enn miðaltalið fyri seinastu fimm árini, men færri fólk doyðu í fjør enn í miðal seinastu fimm árini.

Tað upplýsir Aviation Safety Network, sum skrásetir flogvanlukkur.  

Miðaltalið fyri vanlukkur seinastu fimm árini er 14. Men miðaltalið fyri deyð er 480.  

MAX-flogfør sett

Ringasta vanlukkan í fjør var, tá eitt Boeing 737 MAX 8 hjá Ethiopian Airlines datt niður. Tá doyðu 157 fólk.

Vanlukkan gjørdi, at MAX flogførini ikki mugu fara á flog, tí tey ikki eru mett at vera trygg.

Í 2017 doyðu 44 fólk í flogvanlukkum. Tað er tað minsta, síðani Aviation Safety Network byrjaði at skráseta sivilar flogvanlukkur í 1946.

Men árið eftir, í 2018, doyðu 555 fólk í flogvanlukkum.

Framvegis trygt

Flogferðslan verður tó mett at vera trygg, og hon verður tryggari og tryggari.

39 milliónir flogferðir eru um árið. Tá er talan um stór sivil flogfør.

Sostatt hendir ein deyðsvanlukka í miðal fyri hvørjar tvær milliónir flogferðir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463