Tveir mans fóru fyri borð

Tveir mans fóru fyri borð
Eitt farmaskip, sum siglir undir maltesiskum flaggi, misti tveir menn í ódnarveðri í útsynning úr Bodø
Farmaskipið Stara Planina hevur mist tveir av manningini
 
02.01.2020 - 15:15

Norska bjargingarmiðstøðin setti fyrrpartin leiting í gongd í Norskahavinum eftir tveimum av manningini, sum vóru við einum farmaskipi.

Skipið, Stara Planina, sum er 186 metrar langt, var á veg úr Murmansk í Russlandi til Constanta í Rumenia. Skipið, sum siglir undir maltesiskum flaggi, er statt 200 fjórðingar í útsynning úr Bodø.

Boðini til bjargingarmiðstøðina vóru, at tveir av manningini vóru farnir fyri borð. Veðrið á leiðini er ringt, átta metrar høgar aldur og stormur.

Tveittu boyur út

Manningin á farmaskipinum kastaðu markeringarboyur út, eftir at menninir vóru farnir fyri borð.

Tað er tó óvist, um menninir fingu fatur í boyurnar, sum vórðu tveittar út, sigur leiðarin á høvuðsbjargingarmiðstøðini, Tor Erik Thorkildsen, við norska Tv2.

Tvær bjargingartyrlur leita eisini, men tyrlurnar vóru ikki á leiðini fyrr enn nakað eftir klokkan tvey í dag.

Tor Erik Thorkildsen sigur, at roynt verður at fáa eitt Orion-flogfar á flog.

Tað skal gera yvirlitstúrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463