Stjórin í Nissan flýddur úr Japan

Stjórin í Nissan flýddur úr Japan
65 ára gamli Carlos Ghosn er ákærdur fyri fíggjarlig brotsverk í Japan, eitt nú skattaundandrátt og mutur
 
02.01.2020 - 15:00

Sjey fólk eru handtikin í Turkalandi, undir illgruna fyri at hava hjálp fyrrverðandi stjóranum í Nissan, Carlos Ghosn, at sleppa úr Japan. 

Tað skriva lokalir miðlar.

Fýra flogskiparar og ein leiðari fyri flutningsfelagið skulu avhoyrast í sambandi við kanningarnar hjá løgregluni, sigur privata tíðindastovan, DHAF

DHA skrivar, at tey sjey eru undir illgruna fyri at hava hjálp Ghosn.

Fíggjarlig brotsverk

65 ára gamli Ghosn er ákærdur fyri fíggjarlig brotsverk í Japan,  eitt nú skattaundandrátt og mutur.

Tá hann varð latin leysur móti veðhaldi, fekk hann forboð fyri at fara úr landinum, meðan bíðað varð eftir rættarmálinum

Ghosn skal verða flýddur til Libanon við fronskum passi.

Men nýggjársaftan var Ghosn kortini í Libanon, eftir at hann varð smuglaður úr Japan í einum kassa til ein kontrabass.

Sambært japonsku sjónvarpsstøðini, NHK, nýtti Ghosn franska passið, tá hann kom við privatum flogfari til Beirut úr Turkalandi.

Ríkisborgararætt í fleiri londum

Ghosn hevur bæði franskan, libanesiskan og brasilskan ríkisborgaraskap, men japanska ákæruvaldið hevði tikið passið frá honum hjá sakføraranum í Tokyo.

Japansku sakførararnir siga seg einki vita um, at hann er flýddur, men japanska løgreglan hevur illgruna um, at sakførararnir og onnur hava hjálp Ghosn at flýggja.

Libanon hevur ikki avtalu við Japan um útflýgging, og sostatt sleppur Ghosn helst undan at fara í rættin.

Fyrrverandi stjórin í Nissan, sum eisini var ovasti stjóri í franska Renault, sigur, at einki hald er í skuldsetingunum móti sær, og at hetta er úrslit av, at japansku myndugleikarnir eru í móti, at báðir bil-risarnir eru lagdir saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463