- Tíðindi, mentan og ítróttur
Italskur ráðharri lagt frá sær
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lorenz.png?itok=jkGEHEpI)
Tað skrivaði italska blaðið, La repubblica, í gjár.
Lorenzo Fioramonti hevði biðið um at fáa tríggjar milliardir evrur, - tað svarar til 22 milliardir krónur, til at menna landsins skúlar og universitet.
Longu í september, - stutt eftir at Fimm-stjørnurørslan og mið-vinstriflokkurin, Demokratiski flokkurin, skipaðu stjórn, hótti Fioramonti við at leggja frá sær, um ikki 22 milliardir krónur vórðu settar av til máløkið í fíggjarlógini fyri 2020.
Avgerðin, sum Firoamonti tók tollaksmessudag, rakar skirvisligu italsku stjórnina meint, tí stór ósemja er í stjórnarflokkunum í fleiri málum, - eitt nú um evruøkið og migrantar.
Hetta er eisini tekin um innanhýsis ósmeju í flokkinum hjá Fioramonti, Fimmstjørnurørslan, sum roynir at fóta sær aftur eftir stóru ónøgdina sum var við formannin í flokkinum, Luigi Di Maio.