- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj lóg í Kina skal tálma teldunýtslu
Nýggj lóg í Kina skal tálma teldunýtslu
Í Kina er tað samtykt ein nýggj lóggáva, ið skal forða kinesiskum børnum at spæla ov nógv teldu.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/windows_telda.jpg?itok=-O-34Vt_)
Kelda: Savnsmynd
26.12.2019 - 10:06
Í nýggju lógini stendur, at gerandisdagar sleppa børn í mesta lagi at spæla teldu í hálvan annan tíma um dagin. Í vikuskiftunum og heiligdagar sleppa tey at spæla teldu tríggjar tímar um dagin, men ongantíð eftir klokkan tíggju um kvøldið.
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevur alment funnist at telduspølum, sum hann heldur gera børn sjónveik.
Tað er tó ivasamt hvønn gagn nýggja lógin fer at hava, tí enn er ikki greitt hvussu forboðið skal hondjevjast. Fyri at fylgja nýggju lógini, krevja summar fyritøkur nú, at brúkarin nýtur samleika tøkni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV