- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmæla enn í Hong Kong
Mótmæla enn í Hong Kong
Jólafriðurin kring heimin hevur ikki rinið við mótmælisfólkini í Hong Kong.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hong_kong_1.jpg?itok=Qe437K_n)
Kelda: Savnsmynd
26.12.2019 - 14:27
Í gjár marsjeraðu mótmælisfólk ígjøgnum jólaskríddar sølumiðstøðir, og heittu á politisku leiðsluna um at leggja frá sær.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Løgreglan kom á staðið og byrjaði at skjóta við táragassi í eini roynd at spjaða mótmælisfólkini. Úrslitið var tó, at nakrar av sølumiðstøðunum máttu steingja orsaka av táragassinum.
Mótmælisfólkini krevja demokrati, og at leiðarin, Carrie Lam leggur frá sær.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV