Dani vildi fíggja Islamskan Stat

Dani vildi fíggja Islamskan Stat
Danir kunngerða nú ákæruna móti einum av teimum 21 handtiknu í anti-terror atsóknini 11. desember
Kelda: Savnsmynd
 
26.12.2019 - 14:16

29 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri at royna at samla pening inn til Islamskan Stat. Ætlanin var, at peningurin skuldi sendast til IS í Libya og í Mali. Tað er Avisen Danmark, sum hevur fingið innlit í ákæruna.

Seks onnur eru eisini fongslaði í málinum. Trý teirra eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um at gera bumbur burturúr evninum TATP, ið er sera spreingikvæmt.

Tvey av teimum fongslaðu eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um at keypa byrsur, ljóðkøvarar og lóður til eina ætlaða yvirgangsatsókn.

Berlingske skrivar, at ein av teimum handtiknu hevur tætt samband til sokallaðu Sýria-Jihadistarnar, sum eru farnir úr Danmark til Sýria fyri at stuðla Islamska Statinum. 

Málið hevur higartil verið sera loyndarfult, tí danskir miðlar vórðu útihýstir úr Eystara Landsrætti tá málið kom fyri rættin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463