Ákærdir fyri at drepa útvarpsvert í Danmark

Ákærdir fyri at drepa útvarpsvert í Danmark
Tveir menn eru nú skuldsettir fyri at hava dripið danska útvarpsvertin Nedim Yasar, sum arbeiddi á donsku útvarpsrásini Radio 24/7
 
26.12.2019 - 18:18

31 ára gamli Nedim Yasar varð dripin 19. november 2018 í Keypmannahavn. Hann hevði júst verið til bókaframløgu, tá hann varð skotin í sínum egna bili.

Teir báðir skuldsettu eru kendir í rokkara-umhvørvinum í Keypmannahavn. Eitt nú eru teir settir í samband við bandafelagsskapin Saturdarah.

Nedim Yasar hevði sjálvur fortíð í rokkara-umhvørvinum. Sum ungur var hann leiðari í Los Guerros, ið stuðlað Bandidos.  Nedim Yasar hevði tó lagt rokkaratilveruna aftur um seg, og arbeiddi við útsettum ungum, til hann í november í fjør varð dripin.

Teir skuldsettu nokta seg sekan í málinum. 

Rættarmálið ímóti teimum byrjar 20. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463