Kanning: Fimti hvør roykir

Kanning: Fimti hvør roykir
19 prosent av vaksnu føroyingunum roykja dagliga, vísir Gallup-kanning. Tað er metlágt
 
18.11.2019 - 06:35

Ongantíð hava so fá roykt í Føroyum sum í dag, vísir kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Fólkaheilusráðið.

19 % av vaksnu føroyingunum roykja dagliga, og tað er tað lægsta síðani 2002, tá Fólkaheilsuráðið fór undir slíkar kanningar.

Hesaferð eru 531 tilvildarliga útvaldir føroyingar spurdir í tíðarskeiðnum 23. august til 13. september.

Talið á roykjarum hevur verið støðugt lækkandi hesi 17 árini, sigur Fólkaheilsuráðið í skrivi.

Munurin millum kynini er eisini minni. 21 % av monnunum roykja, meðan kvinnuligi roykjararnir telja 17 %, sambært kanningini.

Gallup hevur eisini spurt um vekt og rørslu. Øll kanningin kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948