- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Vit koyra ikki Bretland úr ES uttan avtalu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donald-tusk-ap.png?itok=3IJM16hi)
Donald Tusk samskiftir í løtuni við ríkis- og stjórnarleiðararnar í ES um formligu umbønina frá Boris Johnson, forsætisráðharra, um at útseta brexit tríggjar mánaðir aftrat.
Boris Johnson varð noyddur at biðja ES um at leingja freistina, tí tað hevur parlamentið samtykt, at hann skuldi gera, um Brexitavtalan ikki varð samtykt leygardagin.
Í dag viðger bretska parlamentið aftur Brexit, og úrslitið av hesi viðgerðini verður avgerandi fyri niðurstøðuna hjá ES, sigur Donald Tusk.
ES-tingið fær seinasta orðið
– Men tað er púra greitt, at vit fara ongantíð at koyra Bretland úr ES við ongari avtalu, og tað havi eg eisini sagt Boris Johnson, forsætisráðharra, sigur Donald Tusk.
ES-tingið fer ikki at atkvøða um Brexitavtaluna millum ES og Bretland, fyrr enn bretska parlamentið hevur góðkent hana.
Tað sigur formaðurin í ES-tinginum, David Sassoli, eftir ein fund við bólkarnar í tinginum. ES-tingið fær seinasta orðið í málinum, sigur hann.
Atkvøða í dag og í morgin
Tað kann hava við sær, at Bretland fer ikki úr ES 31. oktober, sum Boris Johnson, forsætisráðharri, ætlar.
ES-tingið skal eisini góðkenna avtaluna, áðrenn hon kemur í gildi, og ætlanin er, at ES-tingið skal atkvøða um hana hósdagin.
Bretska undirhúsið fer at atkvøða um Brexitavtaluna í dag og í morgin. Verður hon góðkend í undirhúsinum, skal hon fyri yvirhúsið, House of Lords.