- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanríkisráðharri vitjar Grønland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jeppe_kofod.png?itok=_m1o-Uh2)
– Uttanríkistænastan skal við nýggjum ítøkiligum átøkum í størri mun vísa, at hon er uttanríkistænastan hjá øllum ríkisfelagsskapinum, stendur í tíðindaskrivi hjá danska uttanríkisráðnum.
Jeppe Kofod sigur, at vitjanin er gott høvi til gjølliga at umrøða ítøkilig hugskot til styrkt samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum - eisini tá hugsað verður um økta altjóða áhugan fyri Grønlandi og Arktis.
Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, kom til Grønlands í gjár og fer avstað aftur í morgin.
Á vitjanini skal hann millum annað hitta tinglimir og landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger. Eisini skal hann vitja Arktisk Kommando og hitta umboð fyri vinnulívið í Grønlandi.