- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fólk deyð í ófriði
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ofridur_-_santiago_-_20102019_-_ap.jpg?itok=oZ0N3rAo)
Harðir samanbrestir hava verið seinastu dagarnar í Santiago millum hermenn og mótmælisfólk, sum mótmæla, at ferðaseðlaprísir við almennu ferðsluni eru hækkaðir.
Sunnunáttina doyðu trý fólk, tá eldur kom í eina handilsmiðstøð í býnum, skrivar bretska kringvarpið, BBC.
Herverk varð eisini gjørt á undirgrundarjarnbreytina í býnum. Forboð er sett fyri at ganga úti, frá klokkan 10 á kvøldi til klokkan sjey á morgni.
Ringasti ófriðurin síðani 1990
Boðini um útgonguforboðið komu beint eftir, at forsetin í Kili, Sebastian Pinera, segði í einari røðu, sum eisini varð sjónvarpað, at ætlanin at hækka ferðaseðlaprísirnar við metroini er slept.
Men boðini frá forsetanum hava ikki sissað mótmælisfólkini, sum settu vegbyrgingar upp og settu eld á bussar. Løgreglan svaraði aftur við táragassi og vatnkanónum.
Í minsta lagi 300 fólk eru tikin. 11 sivilfólk og 156 løgreglufólk eru særd. Fríggjadagin setti forsetin undantaksstøðu í gildi í Santiago. Har hevur ikki verið so ófriðarligt, síðani 1990, tá Agusto Pinochet ráddi fyri borgum í Kili.