- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexit-avtalan næstan klár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brexit_2.jpg?itok=MYHeAl60)
Kravmiklar samráðingarnar vóru í allan gjár fyri millum annað at fáa orðingarnar upp á pláss um Norðurírland, skrivar BBC.
Hóttanin um Brexit við ongari avtalu 31. oktober, gav báðum pørtum orku, men at fáa avtaluna samtykta í sindraða parlamentinum er stór avbjóðing.
Samráðingarskeiðið verður kanska longt
Boris Johnson, hevur ikki meirilutan í parlamentinum. Tí roynir hann at fáa hørðu mótstøðufólkini móti Brexit í konservativa flokkinum og í norðurírska DUP-flokkinum, at verða meiri opin.
Bretski forsætisráðharrin vil hava Bretland úr ES 31. oktober, sama hvat. ES hevur longu longt samráðingartíðarskeiðið tvær ferðir.
Embætisfólk í ES vænta, at tíðarskeiðið verður longt aftur - kanska upp í tríggjar mánaðir, fyri at loysa løgfrøðiligu viðurskiftini, skrivar BBC.