Havnar uppskoti um vápnahvíld

Havnar uppskoti um vápnahvíld
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, vísir aftur amerikanska uppskotnum um vápnahvíld í Norðursýria
Forsetin í Turkalandi hevur havnað einum uppskoti um vápnahvíld í Norðursýria
 
16.10.2019 - 08:31

Samstundis leggur turkiski forsetin sýriska herin undir at hava ábyrgdina av álopi á býin, Manbij, í gjár, har ein turkiskur hermaður lat lív.

Kurdiskar YPG-deildir hava havt valdið í Manbij við stuðli frá amerikanarum. Amerikanska samgongan í Sýria váttaði í gjár, at hon hevur tikið allar sínar deildir úr Manbij.

Hermenn í sýriska stjórnarherinum komu í gjár til býin. Sambært almenna sjónvarpinum í Sýria, skulu sýrisku stjórnardeildirnar stuðla kurdunum í økinum.

 >> SÍ EISINI Innrásin í Sýria er byrjað

Ein turkiskur hermaður lat lív og átta onnur vórðu særd í gjár í álopum við Manbij.

Turkiski verjumálaráðharrin hevur áður sagt, at kurdiskar deildir framdu álopið í økinum. Men í gjárkvøldið segði Erdogan, at tað var sýriski stjórnarherurin, sum leyp á.

Turkaland: 637 hermenn deyðir

Hetta er úrslit av, at sýriska stjórnin leypur á í økinum. Vit svaraðu dyggiliga aftur, og bóru so í bandi, at stýrið rindaði dýran prís fyri hetta, segði Recep Tayyip Erdogan.

Turkaland er ímóti sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, og stuðlar stríðnum hjá fleiri uppreistrarbólkum í móti Assad-stýrinum.

Turkaland sigur, at tilsamans 637 YPG- og PKK-uppreistrarmenn eru deyðir í turkiskum álopum. Turkaland kallar YPG og PKK-uppreistrarmenninar fyri yvirgangsmenn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371