- Tíðindi, mentan og ítróttur
Carrie Lam fekk ikki frið at halda talu í tinginum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/carrie-lam-ap.jpg?itok=h9iH5-XV)
Tað skrivar BBC.
Fundarslitið merkir m.a., at uppskotið um at fáa avtalu við Kina um at útflýggja borgarar í Hongkong til rættarsókn í Kina, formelt ikki kann takast aftur. Hetta er fyrsti fundur í lóggávutinginum síðani mótmælisfólk í julimánaði tóku seg inn í bygningin.
Tingið varð sent til hús í juli, men mótmælini hava hildið fram uttan íhald.
Tá Carrie Lam fór á røðarapallin í morgun, vístu fleiri tjóðartingslimir plakatir við slagorðinum, "Fimm krøv - ikki minni."
Síðani mótmælini byrjaðu í juni í ár eru krøvini víðkað frá at taka aftur uppskotið um at útflýggja borgarar til Kina til fimma høvuðskrøv, - millum annað atkvøðurætt. Politikarar hava heitt á Carrie Lam um at leggja frá sær, men hon hevur ikki latið við seg koma.
Í dag skuldi hon endurreisa álitið, og leggja fram ætlaninar fyri bústaðarøkið. Hon helt tó taluna aðrastaðni í parlamentinum. Talan var tikin upp á video og send í sjónvarpi.