Zuma skal fyri rættin

Zuma skal fyri rættin
Fyrrverandi forsetin í Suðurafrika er ákærdur fyri korrupsjón
Jacob Zuma er millum annað ákærdur fyri at hava tikið ímóti mutri frá einari franskari vápnafyritøku í nítiárunum
 
12.10.2019 - 11:25

Fyrrverandi forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, skal fyri rættin, ákærdur fyri korrupsjón. Tað hevur ein kærudómstólur gjørt av.

Zuma bað um, at sakarmálið varð slept, men tað sýtti kærudómstólurin fyri, tí byrjar rættarmálið móti fyrrverandi forsetanum týsdagin.

Ákærurnar í 16 punktum

Zuma er millum annað ákærdur fyri at hava tikið ímóti mutri frá einari franskari vápnafyritøku í nítiárunum. Ákærurnar eru í 16 punktum, og tær eru um mutur, svik og peningahvítting.

Zuma sigur, at ákærurnar hava politiskt endamál, og hann vísir aftur at hava gjørt nakað ólógligt. Zuma sigur, at rættarmálið er órættvíst, tí tað er útsett í fleiri ár.

Jacob Zuma var forseti í Suðurafrika frá 2009 til 2018. Hann varð noyddur at leggja frá sær í februar í fjør, og síðani hevur Cyril Ramaphosa verið forseti í Suðurafrika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371