- Tíðindi, mentan og ítróttur
1,6 milliónir fólk flutt undan melduródn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ise_japan_-_ap.jpg?itok=9oMRFgIk)
Eitt fólk hevur latið lív og meira enn 1,6 milliónir fólk eru flutt burtur undan melduródnini Hagibis, sum kom inn yvir japansku strondina í dag.
Melduródnin er stigað til at vera sera hørð, og longu nú eru avlýsingar. Millum annað er japanska Grand Prix'ið í Formel 1 avlýst.
Eisini fleiri rugbydystir eru avlýstir og 1.900 flogfráferðir eru avlýstar. Í fleiri matvøruhandlum er nógvar hillar tómar, tí fólk hava lagt inn undir seg í gjár.
Ringasta melduródn í 30 ár
Heldur eingin tokferðsla er í dag, orsakað av melduródnini, sum er á veg inn yvir landið. Hagibis fer væntandi at raka Tokyo í kvøld.
Tá er vindferðin væntandi upp í 60 m/s, og hon hevur gloprarregn við sær, ávarar japanska veðurstovan um, tað fer helst at regna ein hálvan metur upp á 24 tímar.
Hetta er ringasta melduródn, sum hevur rakt Japan síðani ávaringarskipanin fyri melduródnir varð sett í verk í 1991.